
Amerikanski forsetin, Donald Trump og nýggi samveldiskanslarin í Týsklandi, Friedrich Merz tosaðu hósdagin saman í telefon fyri fyrstu ferð, síðan Merz yvirtók leiðsluna í Týsklandi, sigur talsfólk hjá týsku stjórnini.
Í samrøðuni ynskti Trump Merz til lukku við nýggja embætinum, og Merz vissaði Trump um, at USA 80 ár eftir endanum á seinna heimsbardaga framvegis er ein samstarvsfelagi, sum Týskland ikki kann vera fyri uttan.
Eisini samdust teir báðir um at finna eina skjóta loysn á handilsstríðið millum londini, umframt at tørvur er á tøttum samstarvi fyri at enda kríggið í Ukraina, skrivar Ritzau.
Merz hevur annars funnist at umsitingini hjá Trump. Tá flokkur hansara, CDU vann tyska valið í februar, ávaraði hann m.a. um, at Evropa noyðist at gerast minni bundið av USA orsakað av teimum tiltøkum, sum Trump hevur sett í verk, síðan hann hann gjørdist forseti 20. januar.
Les eisini: – Trump leggur ikki í Evropa
M.a. hevur Merz funnist at tollinum, sum Trump hevur boðað frá, og er hann m.a. komin við áheitan um at strika tollin millum ES og USA.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald