Mentan

Kristina og Ólavur til Berlin at framføra

12. mai verður konsert við føroyskum tónleiki í sambandi við stóra klassiska tónleikatiltakið Classical:NEXT í týska høvuðsstaðnum

(Mynd: Uni Árting/Nikolaj Lund)

(Mynd: Uni Árting/Nikolaj Lund)

2025-05-09 12:11 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mánadagin 12. mai verður konsert við føroyskum tónleiki í sambandi við stóra klassiska tónleikatiltakið Classical:NEXT í týska høvuðsstaðnum Berlin. Kristina Thede Johansen á saksofon og Ólavur Jakobsen á gittar, fara at spæla soloverk eftir tónaskøldini Onnu Katrin Øssursdóttir á Egilstrøð og Sunleifi Leivsson Rasmussen.

Klassiskur tónleikur í Føroyum hevur verið í stórari menning seinastu 30 árini. Tónsaskøld fáa verk síni framførd og føroyskir tónleikarar virka á øllum pallum uttanlands. Lutfalsliga eru nógvar útgávur, ið fleiri hava fingið sera góð altjóða ummæli. Hin klassiski pallurin í Føroyum hevur eisini seinastu árini skipað fyri sera stórum tiltøkum.

Luttøkan á hesari stevnu - ein av teim allarstórstu klassisku tiltøkum, kom í lag í fjør, tá ið Ólavur Jakobsen og Sunleif Leivsson Rasmussen umboðaðu Føroyar, saman við hinum norðurlendsku londunum. Tað vóru Faroese Music Export (FMX), Felagið Føroysk Tónaskøld, Aldubáran og Einleikarafelag Føroya, ið tóku stig til hetta.

Faroe Music Export (FMX) fekk so í ár møguleikan at skipa fyri eini føroyskari konsert, og at hava egnan bás á stóru stevnuni í milliónbýnum Berlin.

Luttøkan hjá føroyska tónleikinum hevur fingið heitið: The periphery in the center – útjaðarin í miðdeplinum.

Kristina og Ólavur úr Aldubáruni, fara at spæla tvey sermerkt verk.

Talan er um tvey monumental soloverk við elektroniskum og eftirgjørdum effektum, fyri ávikavíst saksofon og gittara. Ein annarleiðis tónleikauppliving, har akkustisku ljóðførini og solistarnir, ið leika uppá, fáa mótspæl/viðspæl frá teldutøknini, ið viðgerð náttúrligu ljóðini, og síðani varpar tey víðari til áhoyraran. Stundum er ljóðið nærum menniskjaligt, men so líðandi tekur tøknin yvir, og tórført er at taka dagar ímillum, hvørt tað er tøknin ella menniskjað, ið skapar.

Faroese Music Export, Felagið Føroysk Tónaskøld og tónleikabólkurin Aldubáran standa fyri ferðini. Stuðlar eru Loftbrúgv, Mentamálaráðið og Tórshavnar Kommuna.

Faroese Music Export

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder