Innanlands

Seinasta freist at søkja um ferðastuðul er leygardagin

Peningastuðulin er til tey, ið ferðast longri enn 20 kilometrar til arbeiðis

2018-07-03 18:59 Author image
Oda Strøm

Taks boðar frá, at seinasta freist at søkja um ferðastuðul er leygardagin 7. juli.

 

Ferðastuðul er peningastuðul til tey, sum ferðast longri enn 20 km millum bústað og arbeiðsstað.

Aðrar treytir fyri at fáa ferðastuðul eru m.a., at tú hevur lønarinntøku, ert búsitandi í Føroyum, hevur fulla skattskyldu her og hevur útreiðslur av at ferðast millum bústað og arbeiðsstað.

Taks boðar frá, at ferðastuðulin verður á kontu 7. august.

placeholder
placeholder