Mentan

Radio.fo yvirtekur rásina hjá R7

Nýggj útvarpsrás tekur táttin upp eftir R7 og byrjar at senda á midnátt

2020-12-31 13:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Útvarpsrásin R7 boðaði herfyri frá, at tey fóru at gevast at senda nýggjársaftan, og nú er greitt, at Radio.fo tekur yvir.

Tað er við stórari gleði, at Radio.fo nú kann boða frá, at avtala er gjørd við R2 Net um, at Radio.fo tekur við á FM-sendinetinum eftir R7, skrivar radio.fo á heimasíðuni.

Radio.fo hevur sent á alnótini í desember, og verður nú eisini landsdekkandi á FM-sendinetinum.

Stigtakararnir til nýggju útvarpstásina sum ætlar at byggja víðari á tann fólksliga leistin hjá R7, eru Jógvan Poulsen og Andrew Djurhuus.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder