Uttanlands

Peter Madsen tók gísla og hótti seg út

Mett var, at kvinnan var í lívsvanda, og Peter Madsen slapp út. Hann varð tó skjótt handtikin aftur í einum hvítum vøruvogni

2020-10-20 14:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur verið ein sera dramatiskur dagur í Albertslund, sum liggur á Vestegnen - tað er vestanfyri Keypmannahavn. Har liggur Herstedvester Fængsel, og ein av teimum sum situr inni har er Peter Madsen. Hann er kendur fyri at hava dripið svensku fjølmiðlakvinnuna Kim Wall umborð á kavbáti sínum í 2017 - eitt dráp ið Peter Madsen noktaði seg sekan í, í rættinum, men sum hann í dokumentarsending í ár hevur játtað.

Ein nýggjur dokumentarfilmur um kanningina av kavbátsmálinum er júst komin út, og í dag royndi dømdi drápsmaðurin at sleppa úr geglinum. Sambært upplýsingum hjá DR og TV2 tók Peter Madsen eitt sivilt starvsfólk sum gísla og nýtti hana og eitt vápn, sum møguliga var ein revolvari, og sum møguliga var óektaður. Eitt portur varð latið upp, tí mett var at starvsfólki var í lívsvanda. 

Les eisini: Peter Madsen royndi at flýggja úr fongslinum

Tað tók tó ikki langa tíð, til Peter Madsen varð handtikin aftur. Eitt stórt lið av vápnaðum løgreglufólki fekk fatur á manninum, ið hevði tikið ein hvítan vøruvogn. Óvist er, hvar gíslin bleiv av. Madsen sat eina løtu í grasinum, og hevði nakað sum líktist einum bumbubeltið um miðjuna, og at tað vrð siktað eftir honum við riflum.

Tað er váttað, at flýggjaði fangin er Peter Madsen, og at hann er koyrdur av staðnum, men løgreglan vil ikki siga meira fyrrenn á tíðindafundinum, ið verður nú hvørja løtu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder