Uttanlands

Ongin stólur til Ursulu von der Leyen

ES-nevndarforkvinnan varð kaldliga móttikin av turkiska forsetanum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-04-08 10:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt kalla tey stólaspæl – tað er tá tað er ein stólur minni, enn tað eru fólk, og at tann sum so ikki fær ein stól hevur tapt.

Nakað líknandi var forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, úti fyri, tá hon var á almennari vitjan hjá turkiska forsetanum í vikuni.

Hon og forsetin í Europaráðnum, Charles Michel, vitjaðu týsdagin Recep Tayyip Erdogan í Turkalandi.

Endamálið við fundinum var eitt nú at bøta um viðurskiftini millum ES og Turkaland. Men byrjanin til fundin var heilt serlig.

Vertirnir høvdu nevniliga bert sett tveir stólar fram. Tá Erdogan og Michel sessaðust, varð von der Leyen standandi.

Eitt filmsbrot av hendingini vísir, at hon var ivasom um hvat hon skuldi siga. Hon harkar og veipar varðisliga við hondunum.

At enda varð henni bjóðað sess í eini stórari ljósabrúnari sofu úti á síðuni.

Á undanfarnum toppfundum millum ES og Turkaland, hava teir tríggir leiðararnir sitið saman. Hendingin kom tí óvart á ES-nevndarforkvinnuna, segði samskiftisovastin hjá ES, Eric Manner, við AP tíðindastovuna eftir fundin.

- Hon skuldi havt sitið saman við ES-forsetanum og turkiska forsetanum. Men hon valdi at síggja burt frá hesum, og miðsavna seg um innihaldið á fundinum ístaðin.

Talsmaðurin sigur, at tað hevur verið samband við turkiskar myndugleikar um, at slíkt ikki skal henda aftur. Hann leggur afturat, at turkisku myndugleikarnir vóru fullgreiðir yvir, at von der Leyen eisini skuldi koma.

- Túrurin varð væl lýstur frammanundan. Tey bæði ES-umboðini ferðaðust saman, og skuldu tí eisini verið viðgjørd eins, sigur hann.

Viðurskiftini millum ES og Turkaland hava ikki verið tey bestu eftir at Erdogan tók landið úr Istanbul-sáttmálanum frá 2011, ið skal forða fyri harðskapi móti kvinnum. Evroparáðið stóð á odda fyri hesi ætlan.

Viðferðin, sum van der Leyen fekk, hevur fingið øði í fleiri ES-politikarar. Spanska Iratxe Garcia Perez, havur kallað hendingina skammiliga.

- Fyrst taka tey seg úr semjuni, so fær ovastin í ES-nevndini ikki ein stól undir eini almennari vitjan. Tað líkist ongum, sigur hon við við Deutche Welle.

Hinvegin undrar niðurlendska Sophie In 't Veld, eg yvir, at ferðafelagin Michel ikki segði nakað, tá kvinnuligi felagi hansara ikki fekk sess.

Turkaland hevur enn ikki viðmerkt hendingina. Men sambært Sky News vóru fundir millum umboð fyri ES og Turkaland undan fundinum fyri at semjast um hvussu fundurin skuldi fara fram.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder