Innanlands

Fýra túrar avlýstir fyri veður: Smyril siglir bert tíðliga í morgin

Fráferðirnar mikumorgunin eru klokkan fimm av Krambatanga og 07:30 av Havnini - síðani verður Smyril liggjandi, og møguligar avlýsingar vera eisini hósdagin. Sum heild kann samferðslan verða nógv skerd mikudagin 14. oktober.

Strandferðslan hevur longu boðað frá, at broytingar vera á Suðuroyarleiðini í morgin. Neyðugt er at avlýsa fýra av teimum seks vanligu túrunum vegna illfýsna veðriðm umframt at framskunda hinar báðar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Strandferðslan hevur longu boðað frá, at broytingar vera á Suðuroyarleiðini í morgin. Neyðugt er at avlýsa fýra av teimum seks vanligu túrunum vegna illfýsna veðriðm umframt at framskunda hinar báðar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-10-13 15:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Veðurforsøgnin fyri mikudagin 14. oktober sær einki serligt út. Hetta fer at ávirka almennu samferðsluna.

Eingin sigling er millum Sandoynna og Skúgvoy í dag, og Strandferðslan boðar frá møguligum broytingum og avlýsingum í morgin, mikudagin. Hetta fyri bæði Bygdaleiðir og Oyggjaleiðir.

Strandferðslan hevur longu boðað frá, at broytingar vera á Suðuroyarleiðini í morgin. Neyðugt er at avlýsa fýra av teimum seks vanligu túrunum vegna nógva vindin illfýsna veðrið.

Talan er um túrarnar av Krambatanga klokkan 11:30 og 18:45 og av Havnini klokkan 16:00 og 21:15 avlýstir.

Teir báðir fyrstu túrarnir eru eisini framskundaðir: Fráferðin hjá Smyrli av Krambatanga klokkan 06.00 er framskundað til klokkan 05:00, og fráferðin av Havnini klokkan 08:45 verður framskundað til kl. 07:30 í morgin.

Sí ferðaætlanina og broytingarnar her'

Vegna vána veðurførsøgn kunnu broytingar og avlýsingar eisini væntast í ferðaætlanini hjá Smyrli hósdagin, 15. oktober, skrivar Strandferðslan.

Sí veðurforsøgnina her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder