Fríggjadagin var hátíðarhald á Býarbókasavninum fyri fimm starvsfólkum, ið tilsamans hava starvast 145 ár hjá kommununi.
Kristina Petersen, Frida Kunoy, Gunnvá Vang, Sólbrún Eklund og Kartni Ravnsfjall hava øll starvast millum 20 og 40 ár.
Elsa Berg, borgarstjóri hugleiddi um stóra týdningin, ið hesi fimm hava havt við at menna býarbókasavnið til tað fantastiska bókasavn, ið vit hava í dag. Eitt bókasavn, sum er innbjóðandi og hugnaligt. Har øll kunnu kenna seg vælkomin, óansæð um tey skulu lána eina bók, eina borimaskinu, lesa bløð, hoyra fyrilestrar, vitja spælistovuna ella bara seta seg við einum kaffimunni.
![]()
Kristina Petersen hevur starvast sum bókavørður í 20 ár, og hevur eisini tikið sær av samskifti og marknaðarføring av bókasavninum.
![]()
Frida Kunoy hevur starvast sum skrivstovufólk í 20 ár, og hevur m.a. tikið sær av bókhaldi og røkt alskyns uppgávur bæði í avgreiðsluni og á skrivstovnuni.
![]()
Gunnvá Vang hevur starvast í Tórshavnar kommunu í 25 ár, av hesum hevur ein stórur partur verið á Býarbókasavninum, men eisini á Fíggjardeildini. Hon hevur fingist við nógv ymiskt í sínum starvi.
Sólbrún Eklund Jensen hevur starvast skrivastovufólk á Býarbókasavninum í samfull 40 ár, og hevur røkt nakrar av lykaleiklutunum á bókasavninum.
![]()
Kartni Ravnsfjall, ið er KT-vørður og bókavørður, hevur somuleiðis starvast á Býarbókasavinum í 40 ár. Við ábyrgd av teldum og skipanum, hevur Kartni verið stórur partur av tí broyting, ið bókasavnið er farið ígjøgnum hesi 40 árini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald