Innanlands

Leivur Samuelsen nýggjur í nevndini í Ferðavinnufelagnum

Andrias Sólsker, Jenny í Heiðunum og Henny á Líknargøtu vírðu afturvald á aðalfundinum, og fyrstinevndi er formaður, meðan síðstnevnda er næstforkvinna. Inntøkurnar frá ferðavinnunini í fjør lógu yvir 1,3 milliard krónur.

Mynd: industry.fo

Mynd: industry.fo

2026-10-13 11:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hósdagin 8. oktober var aðalfundur í Ferðavinnufelagnum, har trý í nevndini stóðu fyri vali.

Talan var Henny á Líknargøtu, Andrias Sólsker og Jenny í Heiðunum. Øll trý stillaðu uppaftur og vórðu afturvald.

Hetta skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu sínari.

Á fyrsta nevndarfundinum eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Andriasi Sólsker sum formanni og Henny á Líknargøtu sum næstforkvinnu.

Ein nýggjur tiltakslimur er. Talan er um Leiv Samuelsen, sum varð nývaldur. Hann er stjóri og eigari í 62°Norð. Leivur Samuelsen tekur við eftir Trónd Kollsker, sum ikki ynskti at stilla uppaftur.

Nevndin í Ferðavinnufelagnum er nú henda:
Andrias Sólsker, formaður
Henny á Líknargøtu, næstforkvinna
Sakaris Frederiksen, nevndarlimur
Jenny í Heiðunum, nevndarlimur
Halda Juul Olsen, nevndarlimur
Leivur Samuelsen, tiltakslimur

[object Object]
Mynd: industry.fo

Felagið heuvr 49 limir. Tað savnar sferðavinnufyritøkur um felags áhugamál og skapar karmar fyri, at ferðavinnan kann vera ein týðandi táttur í føroyska búskapinum.

Hetta hevue eydnast fínt, sambært tølunum. Í ársfrágreiðingini fyri 2025 sæst, at inntøkurnar fyri ferðavinnuna lógu á 1,3 milliard krónum í fjør - afturat hesum komu umleið 150 milliónir krónur frá inntøkunu fyri stuttíðarleigu.

Ferðafólkatali lá um 130.000, og tað er líknandi tal sum undanfarin ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder