Innanlands

Herverk kostar skattgjaldarum í Havn

Gamaní er ikki talan um stórar upphæddir, men í summar kostaði tað Tórshavnar kommunu 30.000 krónur at mála ælabogagonguteigin av nýggjum.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-10-10 20:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ælabogin í Steinatúni í Havn skal málast umaftur eftir at herverk er framt á hann.

Men tað er ikki ókeypis fyri skattaborgaran í Tórshavnar kommunu. Gamaní er ikki talan um tær stóru upphæddirnar, men skal tað gerast fleiri ferðir árliga, kann tað skjótt leypa upp.

Eitt innlit, sum Portalurin fekk frá Tórshavnar kommunu í summar vísir, at arbeiðið í sambandi við at ælabogin varð málaður umaftur kostaði skattgjaldarunum í kommununi góðar 30.000 krónur.

Ein privat fyritøka varð boðsend at mála á kvøldartíð og á miðjari nátt. Umframt hetta varð vegurin í Steinatúni var stongdur av.

Nú skal hetta so gerast einaferð afturat.

Løgreglan vil fegin frætta frá fólki sum hava sæð herverk verða framt á ælabogagonguteigin.

Les eisini: Mugu mála ælabogan umaftur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder