Innanlands

Oljubilur fór útav í Miðvági

Oljubilurin hjá Magn gleið útav vegnum um middagsleitið – Sum skilst var eingin skaði

Mynd: Jn.fo

Mynd: Jn.fo

2020-12-31 15:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um middagsleitið fór ein oljubilur hjá Magn útav kaibrekkuni í Miðvági, sambært jn.fo.

Tað var hált í brekkuni, og sum skilst gleið bilurin út av, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Bilførarin ringdi til løgregluna at boða frá óhappinum, men sum skilst var eingin skaði.

– Tað var nokkso hált, og førarin ætlaði sær at seta seg í sambandi við kommununa at fáa tey at salta vegin. Hvussu varð við at fáa bilin upp vita vit ikki, verður sagt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder