placeholder
Innanlands

Lova betri busssamband fyri næmingar á Glasir

Sambandið við Vágar verður tikið við í samráðingunum við busseigararnar, ið vunnu útboðið

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-10-15 12:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað skal vera møguleiki hjá øllum at taka eina gymnasiala ella yrkisrættaða útbúgving, og tí skulu allar umstøður í hesum sambandi vera í lagi – eisini møguleikin fyri at koma til og frá skúla við Bygdaleiðum.

Soleiðis svarar Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við samferðslumálum einum fyrispurningi um bussleiðina millum Vágar og høvuðsstaðin.

Tað var vágamaðurin, nývaldi tinglimurin Jóhannis Joensen úr Javnaðarflokkinum, sum hevði sett landsstýrismanninum fyrispurning um umstøðurnar hjá næmingur úr Vágum at koma til og frá Glasir.

- Landsstýrismaðurin fer at royna at finna eina loysn, soleiðis at ferðaætlanin hjá Bygdaleiðum passar betur við skúlagongdina á Glasi, skrivar Jørgen Niclasen í svari til grein 52-spurningin.

- Bygdaleiðir høvdu í vár, í samstarvið við bussleiðina hjá Tórshavnar kommunu, eina royndartíð har leið 300 flutti fráferðina av Farstøðini minuttir minuttir, soleiðis at hon møtti Ringleiðini hjá Tórshavnar kommunu, uppi á Hálsi kl. 15.31. Og fer landsstýrismaðurin at tryggja, at henda skipan heldur fram, soleiðis at samanhangur verður millum ferðaætlanina hjá Bygdaleiðum og Glasir, lovar landsstýrismaðurin í svarinum, har hann eisini leggur afturat, at so skal Bussleiðin eisini yvirhalda sína ferðaætlan.

Í sambandi við at koyringin hjá Bygdaleiðun varð boðin út, eru Strandfaraskip Landsins nú í samráðingum við teir busseigarar, sum vunnu útboðið.

- Undir samráðingunum er møguleiki fyri at gera tillagingar í ferðaætlanunum, so hesar passa betur við skúlar og arbeiðspláss. Hetta fer landsstýrismaðurin at biðja Strandfaraskip Landsins taka við í samráðingarnar, sigur Jørgen Niclasen. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder