Innanlands

Løgmaður heldur nýggjársrøðuna beinleiðis í kvøld

Fyri fyrstu ferð nakrantíð fer løgmaður at flyta fram nýggjársrøðu sína beinleiðis – Ársins nýggjársrøða verður send kl. 19.15 í kvøld

Skíggjamynd frá nýggjársrøðuni 2019

Skíggjamynd frá nýggjársrøðuni 2019

2020-12-31 14:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í kvøld fer Bárður á Steig Nielsen, løgmaður at halda nýggjársrøðu beinleiðis úr Tinganesi.

Hetta er fyrst ferð nakrantíð, at løgmaður fer at flyta fram nýggjársrøðu sína beinleiðis. Vanliga verður hon nevniliga sjónbandað nakrar dagar undan nýggjársaftan.

Sambært Løgmansskrivstovuni verður ársins nýggjársrøða at hoyra og síggja klokkan 19.15 í kvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder