Innanlands

Knappliga 10.500 gistingar í mai

Talið á gistináttum á føroysku gistingarhúsinum í mai var 260 prosent hægri enn í 2020 – Føroyingar áttu helvtina av gistináttunum

Hotel Føroyar (Savnsmynd)

Hotel Føroyar (Savnsmynd)

2021-06-25 18:36 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað eru fleiri, sum gista á føroysku gistingarhúsunum. Talið á gistingum í mai var góð 260 prosent hægri enn í mai í gjør. Tó var talið á gistingum í farna mánað 40 prosent lægri enn í mai 2019.

Sambært tølum frá Hagstovuni vóru knappliga 10.500 gistinætur á gistingarhúsunum í mai, ið er nærum 7.600 fleiri samanborið við sama mánað í fjør.

Talið á gistnáttum hjá dønum vaks í mai við sløkum 500 prosent í mun til sama mánað í fjør, meðan talið á gistináttum hjá fólkum úr øðrum londum kundi trífaldast.

Av gistináttunum í mai áttu føroyingar helvtina. Í mai 2020 lá talið hjá føroyingum um 60-70 prosent.

Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder