Innanlands

Knappar 890 milliónir útgoldnar í lønum í oktober

Tað eru 75 milliónir meira enn í oktober í fjør. Talan hevur verið um ein støguðan vøkstur seinastu fimm árini

(Mynd: Hagstovan)

(Mynd: Hagstovan)

2019-11-07 15:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hagstovan boðar frá, at í oktober vóru knappar 890 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru 75 milliónir meira í mun til sama mánað í fjør. Vøksturin hevur verið rættiliga støðugur síðani 2014.

Hagtølini fevna bara um løn fyri útint arbeiði. Aðrar samsýningar og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir eru ikki roknaðar uppí. 

Allar lønargjaldingar, sum lúka oman fyri nevndu krøv, verða taldar uppíuttan mun til um lønarmóttakarin er føroyingur ella útlendingur. 

Til ber at síggja tøl og talvur ið lýsa gongdina, lønarútgjaldingarnar býttar upp eftir kyni -  vøksturin í lønum hevur verið størri hjá monnum enn hja kvinnum seinastu 5 árini - og hvussu útgjaldingarnar hava verið í høvuðsvinnurgreinunum á heimasíðuni hjá Hagstovuni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder