Uttanlands

Jarðskjálvti á 5,6 rakt økið tætt við Reykjavík

Fleiri enn 50 eftirskjálvtar hava verið, men eingin fráboðan um persónsskaðar ella stórar matriellar skaðar hevur verið

Mynd: mbl.is

Mynd: mbl.is

2020-10-20 17:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinnapartin rakti ein jarðskjálvti í Núpshlíðarháls, fimm kilometrar vestanfyri Seltún við Reykjanes. Jarðskjálvtin máldi 5,6 á Richter-stiganum, og harvið er talan um ein jarðskjálvta, ið hevur eina yvir miðal styrki. Fólk í høvuðsstðarøkinum føldu væl skjálvtan, og tað gjørdu tey eisini á Suður­nesi, á Vestmannaoyggjunum og og í Borg­ar­nesi. Hetta skrivar mbl.is.

Eingin fráboðan um persónsskaðar ella stórar matriellar skaðar er komin, sambært íslendskum miðlum. Fleiri enn 50 eftirskjálvtar hava verið - tó eingin við nógvari styrki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder