Innanlands

Hasfjord fekk maskintrupulleikar

Hasfjord er sleipaður frá Gomlurætt og bíðað verður nú eftir Brimli, ið skal sleipa Hasfjord til Havnar – Ongin sigling verður á leið 85 restina av degnum. Hvussu verður við siglingini í morgin er framvegis ógreitt, upplýsir Strandferðslan

(Mynd: Rescue Lív)

(Mynd: Rescue Lív)

2022-09-22 11:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrapartin fekk Hasfjord maskintrupulleikar uttanfyri ferjuleguna á Gomlurætt. Tað boðar Strandferðslan frá.

Á heimasíðuni hjá Strandferðsluni stendur soleiðis:

– Kl. 10:41 í dag fráboðaði skiparin umborð á Hasfjord, at Hasfjord hevði fingið maskinsteðg, og teir lógu uttanfyri ferjuleguna á Gomlurætt.

– Arbeitt varð við at fáa Hasfjord sleipaðan útum ferjuleguna, soleiðis, at Teistin kundi leggja at á Gomlurætt. Bert smávegis seinking var í ferðaætlanini hjá Teistanum; kl. 11:16 hevði Teistin lagt at og tømt skipið, fekk síðani ferðafólk og bilar umborð og setti kós móti Skopun aftur. Ætlanin er, at siglingin á leið 60 og 61 í dag, skal verða smbr. ferðaætlan.

– Nú verður bíðað eftir Brimli, ið skal sleipa Hasfjord til Havnar, har akfør og ferðafólk sleppa í land. Ongin sigling verður á leið 85 restina av degnum. Hvussu verður við siglingini í morgin er framvegis ógreitt, men kunnað verður um hetta skjótast til ber.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder