placeholder
Innanlands

Hans Fróði á Toftanesi slept kæruni av dóminum

Fekk næstan fýra ára fongsulsrevsing

2018-07-04 18:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bente Schnack, høvuðsákæri í Nordsjællands Politi upplýsir fyri Miðlahúsinum, at Hans Fróði á Toftanesi hevur slept kæruni til dómin, sum bleiv sagdur í Lyngby 28. mai.

Hann varð dømdur 3 ár og 9 mánaðir fongsulsrevsing fyri at hava eggjað einari mammu at hava gjørt seg inn á sonin 41 ferðir gjøgnum eitt tríggjar mánaðar tíðarskeið.

In.fo skrivar, at Hans Fróði á Toftanesi upprunaliga kærdi dómin, men at hann nú hevur slept honum. Dómurin er tí endaligur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder