- Upptøkan var brilljant fokuserað við føstum kamera, tveimum lampum, tvær ferðir tveimum ljósum - og so tveimum hondum. Og hondina á slipsið. Reyða slipsið. Hetta var ein ørkymlandi ring pallseting. Trettan minuttir við løgmanshondum festum á borðið, hvør í fratan hevur funnið uppá hatta?
Soleiðis skrivar Birgir Kruse, bloggari og sum javnan hevur viðmerkingar innan miðlaheimin. Hann skrivar á Birkblog, at røðan fín, og kanska tann besta hann minnist seg hava hoyrt, men pallsetingin var miseydnað.
(Skíggjamynd av kvf.fo)
- Hetta var ein so persónlig og engasjerað røða, at fast sjónvarpskamera og fastnegldar hendur rigga ikki. Hetta verður ein óbehagilig togtogan millum tað sagda og tað filmaða, sum hvørki er í synk ella dialogi, skrivar Birgir Kruse.
- Kann verða, at tíðin er komin til antin at forða løgmanni at gerast persónligur við hondfasta nýggjársborðið, ella at lata hann sleppa at anda frítt við egnum persónligum orðum og tankum, sum livandi og ikki fastfryst kamera megnar at fylgja, har sum løgmaður gongur og fer, úti og ikki inni.
- Aktuella sjónvarpaða versjónin dróg á eitt so skeivt borð, at hon oyðilegði sterku og væl skipaðu útvarpsrøðuna. Ein triðja leið er eisini at nokta sjónvarpinum atgongd til løgmansborðið við hetta høvið, og bara loyva útvarpsmikrofonini at bylgja tey gyltu løgmansorðini inn í hvørja stovu, skrivar Birgir Kruse.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald