Innanlands

Skúlin við Løgmannabreyt skal hava nýggjan stjóra

Høgni Joensen, sum hevur verið skúlastjóri síðani skúlin varð stovnaður í 2008, hevur sagt seg úr starvi

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-05-23 16:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Undirvísingarstýrið søkir nú eftir nýggjum skúlastjóra til Skúlan við Løgmannabreyt í Hoyvík.

Høgni Joensen, sum hevur verið skúlastjóri síðani skúlin varð stovnaður í 2008, hevur sagt seg úr starvi, skrivar Skúlablaðið.

Freistin at søkja starvið er 10. juni klokkan 12. Nýggi stjórin skal byrja 1. september.

– Sóknast verður eftir dugnaligum skúlastjóra, ið umframt leiðsluevnir hevur áhuga í námsfrøðiligari og fakligari menning og hegni at átaka sær leiðsluábyrgd í skúlanum við Løgmannabreyt.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder