Í gjár tók løgreglan tríggjar bilførarar fyri at koyra ov skjótt á Fuglafjarðarvegnum, har mest loyvda ferðin er 80 kilometrar um tíman.
Tveir fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra ávikavist 106 og 108 kilometrar um tíman.
Triði bilførarin koyrdi somikið skjótt, at hann missir koyrikortið treytað. Hann koyrdi 122 kilometrar um tíman.
Í gjár tók løgreglan eisini ein prutlførara í Klaksvík fyri at koyra uttan koyrikort, og tað fær hann eina bót fyri.
Í Klaksvík var eisini eitt ferðsluóhapp, har ein bilførari ikki yvirhelt víkiskylduna og koyrdi út fyri annan bil. Eingin fólkaskaði var, men bilarnir fingu stóran skaða, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald