2026-05-23 15:17
Sum siður er, skipa kirkjurnar og prestarnir í Suðurstreymoy fyri útigudstænastu 2. hvítusunnudag á ovara vølli í Gundadali.
Útigudstænastan byrjar klokkan 11. GHM og Havnar Hornorkestur spæla til sálmasangin.
Gudstænastan er fyri alla familjuna, og eftir gudstænastuna eru øll boðin í Badmintonhøllina til ein drekkamunn, skrivar Fólkakirkjan í tíðindaskrivi.
Innsavnan verður til Føroyska Bíbliufelagið, og eisini verður høvi at ogna sær nýggju útgávuna av Nýggja testamenti, sum júst er útkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald