Innanlands

Bjørt Óladóttir Joensen heiðrað fyri ársins bestu DanScatt ph.d.ritgerð

Farna heyst vardi Bjørt Óladóttir Joensen ph.d.-ritgerð um CO₂ elektrolysu á DTU

2026-05-23 14:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Farna heyst vardi Bjørt Óladóttir Joensen ph.d.-ritgerð um CO₂ elektrolysu á DTU. Í vikuni varð kunngjørt, at hon hevur fingið handað heiðursløn fyri bestu DanScatt ph.d. ritgerðuna 2026. Umframt heiðursskjal fekk hon 10.000 kr.

Bjørt Óladóttir Joensen legði sítt arbeiði fram á ársfundinum hjá Danscatt, sum varð hildin á Københavns Universitet,

Í tíðindum frá fyritøkuni Xnovo, sum letur stuðulin til heiðurslønina verður sagt, at endamálið við heiðrinum er at eggja ungum talentum at arbeiða við x-ray og neutron vísindum.

Um ritgerðina segði dómsnevndin, at talan var um sera dygt arbeiði.

Granskingarráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder