2026-05-22 14:02
Løgreglan kannar í løtuni eina arbeiðsvanlukku á vinnuøkinum á Hjalla í Havn.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at vanlukkan, sum varð fráboðað um 11-tíðina fyrrapartin, hevur kravt eitt mannalív. Talan er um ein ungan mann í 20unum.
Arbeiðs- og brunaeftirlitið er kunnað, og meira um málið fær løgreglan ikki sagt í løtuni, sigur vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald