
Týsdagin varð føroysk flogsøga skrivað. Fyri fyrstu ferð flýgur tjóðarflogfelagið, Atlantic Airways, vestur um hav - til New York.
Einaferð um vikuna næstu fýra vikurnar verður flogið aftur og fram millum Vágar og Stewart flogvøllin, sum liggur beint uttanfyri New York bý.
Les eisini: Ferðafrásøgn: Tveir dagar í The Big Apple
Vit vóru við á fyrstu ferðini hjá Atlantic Airways til New York týsdagin, og hava savnað nakrar av myndunum saman niðanfyri.
-
-
Farið var úr Vágum týsdagin seinnapartin
-
Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi
-
Umframt innbodna ferðalagið sum fevndi um fólk frá Atlantsflogi, ferðaskrivstovum og føroyskum miðlum, vóru 30 fólk við vestur um hav
-
Í sambandi við fyrsta túrin bjóðaði Atlantsflog brúsandi vín og sjokulátu frá Gómagott
-
-
Seks tímar seinni lendi flogfarið hjá Atlantsflog á Stewart flogvøllinum
-
-
Stewart International Airport er ikki nakar stórur flogvøllur
-
Hátíðarhald á Stewart flogvøllinum og snórur skuldi klippast. Hesum tóku landsstýrismaðurin, Bjarni Kárason Petersen, og Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, sær av
-
Á Manhattan. Skýskavarar hvar enn tú vendir tær
-
-
Times Square og í allar ættir síggjast blinkandi lýsingaskíggjar
-
Heimskenda blaðið The New York Times heldur til nærhendis Times Square
-
Uppi í 427 metra høga One Vanderbilt
-
-
Løtan skal avmyndast...
-
Útsýnið yvir býarpartin Manhattan
-
Nakrar fáar metrar frá One Vanderbilt, er heimsins størsta tokstøð, Grand Central Station, sum læt upp í 1913
-
Grøni bletturin á Manhattan, 4,1 kilometrar langa og 825 metrar breiða Central Park
-
25 milliónir vitja Central Park árliga
-
Brooklyn Bridge læt upp í 1883 og bindur býarpartarnar Manhattan og Brooklyn saman. Brúgvin er 486 metrar lang yvir um East River
-
Føroyska ferðalagið umborð á "Manhattan" við Manhattan í baksýni
-
-
-
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í løgmálum, varar av almenna partafelagnum Atlantic Airways, og var við á søguligu ferðini
-
-
Frælsisgudinnan heilsar ferðandi vælkomnum. Standmyndin er ein gáva frá Fraklandi, og stóð liðug í 1886
-
Ellis Island, har man frá 1. januar 1892 tók ímóti tí sum bleiv til fleiri enn 12 milliónir innflytarum
-
541 metrar høga One World Trade Center sæst aftur i mongdini. Bygningurin varð reistur eftir at World Trade Center tornini rapaðu í 2001

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald