
Í gjár sendi løgreglan eina ávaring út á Facebook um, at teldusníkar aftur gera um seg á sosialum miðlum.
Í hesum førinum hava fólk fingið boð á Messenger frá vinfólki, sum biðja um teirra telefonnummar, og boðini eru skrivað á góðum føroyskum máli, og tí er torført at leggja til merkis, at boðini koma frá teldusníkum, sigur løgreglan.
Les eisini: Løgreglan: Teldusníkar gera um seg á Facebook og Messenger
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn upplýsir í morgun, at tey í gjár fingu tríggjar fráboðanir frá fólki, sum søgdu seg hava fingið slík boð á Messenger.
Í einum føri hevði viðkomandi fingið at vita, at tey høvdu vunnið okkurt, og hevði tí latið víðari bæði telefonnummar og kortupplýsingar og hevði síðani mist 1500 evrur - umleið 11.200 krónur.
Vaktleiðarin heitir tí á fólk um at vera varin, um tey fáa slík boð á Messenger, og eisini verður mint á, at tað er umráðandi ikki at lata frá sær loyniorð ella gjaldskortupplýsingar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald