Uttanlands

Harvard stevnt umsitingini hjá Donald Trump

Umsitingin vil banna Harvard universitetinum at hýsa útlendskum lesandi – Harvard hevur kært málið, og hevur ein dómari í Boston fyribils steðgað ætlanini

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-05-24 14:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Umsitingin hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump hevur boðað frá, at Harvard universitetið ikki longur skal sleppa at hava útlendsk lesandi, og at útlendsk lesandi, sum longu eru á stovninum skulu flytast til annað universitet.

Sambært amerikanska ráðharranum í innlendistrygd, Kristi Noem sigur, at Harvard hevur viðvirkað til at fremja harðskap, antisemitismu og at samskipa við kommunistaflokkin í Kina á økinum hjá universitetinum.

Ráðharrin leggur afturat, at tað er ein framíhjárættur og ikki ein rættur hjá universitetum at hýsa útlendskum lesandi og gera sær dælt av teirra hægri lestrargjøldum, og kann avgerðin eisini raka aðrar hægri lærustovnar í USA.

Í løtuni ganga lesandi úr yvir 140 ymiskum londum á Harvard, sum kallar avgerðina hjá amerikonsku umsitingini ólgógliga. Í hesum lestrarárinum eru 27 prosent av teimum lesandi á Harvard útlendsk, skrivar Ritzau.

Síðan Trump tók við sum forseti aftur í januar, hevur hann sligið hart niður á stóru amerikonsku universitetini og funnist at teimum fyri handfaring teirra av mótmælum móti krígnum í Gaza.

Eisini hevur Trump kravt, at Harvard skal steðga tiltøk til frama fyri fjølbroytni, javnstøðu og inklusjón, men kravið er ikki gingið á møti.

Harvard hevur mist tað, sum svarar til 17,8 milliardir krónur í stuðli frá amerikanska undirvísingarmálaráðnum, og eisini hevur Trump boðað frá, at Harvard ikki longur skal sleppa undan at gjalda skatt. Tað er annars nakað, sum flestu hægri lærustovnar í USA eru frítiknir fyri.

Harvard hevur stevnt Trump-umsitingini, og fríggjadagin varð ætlanin um at nokta útlendskum lesandi at lesa á Harvard fyribils steðgað av einum økisdómari í Boston.

Umsitingin hjá Trump kann kæra avgerðina.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder