Uttanlands

Ukraina: 12 fólk latið lív í russiskum loftálopum í nátt

Russland sigur seg eisini hava skotið niður 110 ukrainskar dronur

(Mynd: Reuters)

(Mynd: Reuters)

2025-05-25 09:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russland hevur í nátt framt eitt av harðligastu loftálopum móti Ukraina, síðan kríggið byrjaði.

Sambært ukrainsku lodtverjuni hevur Russland skotið 266 dronur og 45 rakettir yvir Ukraina náttina til sunnudagin, og 12 fólk hava latið lív.

Álopið rakti m.a. høvuðsstaðin Kyiv, har boðað verður frá, at fýra hava latið lív, og at 16 eru særd, skrivar Ritzau.

Leygarnáttina varð Kyiv eisini raktur av einum russiskum loftálopi, sum eisini verður umrøtt sum eitt av størstu samskipaðu loftálopunum undir hesum krígnum.

Les eisini: 15 særd í álopi á Kyiv í nátt

Eisini hava fýra latið lív í landslutinum Khmelnytskyj, ein hevur latið lív í landslutinum Mykolajiv, og eisini hava trý latið lív í Zjytomyr.

Russiski herurin boðar eisini frá, at Ukraina í nátt hevur lopið á mál í Russlandi í gjárkvøldið og í nátt. Sagt verður, at 110 ukrainskar dronur eru skotnar niður, harav nakrar vóru í høvuðsstaðarøkinum. Tó eru ongar fráboðanir um deyð ella særd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder