Innanlands

Løgreglan: Teldusníkar gera um seg á Facebook og Messenger

Ávarað verður um teldusníkar sum biðja um telefonnummar frá fólki

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-05-24 18:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ver eyka kritisk/ur, um tú fært eini boð á Messenger frá einum vini, sum biður um títt telefonnummar! Hetta hevur hjá fleiri fólkum víst seg at vera boð frá teldusníkum.

Tað sigur løgreglan í ávaring í dag.

Boðini eru skrivaði á góðum føroyskum máli, og tí er torført at leggja til merkis, at talan er um boð frá óreiðiligum fólkum. Síðani eru fleiri boð farin víðari frá móttakaranum, og onkur hevur mist atgongd til sín facebook-vanga.

Hevur tú illgruna til, at okkurt er ófatt? Skift alt fyri eitt loyniorðini til Facebook og teldupost, eru ráðini.

Minst eisini til, at tú ongantíð mást útflýggja tíni loyniorð ella gjaldkortsupplýsingar á sosialum miðlum

Um vikuskiftið hevur Føroya Politi fingið fleiri fráboðanir um teldusníking á Facebook og Messenger.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder