
Biskupur hevur sett Lis Samuelsen í tíðaravmarkaða kalli sum virkandi sóknarprestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi.
Á felags kirkjuráðsfundi í gjár innstillaðu kirkjuráðini Lis Samuelsen til tænastuna sum virkandi sóknarprestur í juni og juli 2025.
Lis Samuelsen hevur drúgvar royndir sum prestur. Í 12 ár var hon prestur í Sorø Klosterkirke í Danmark.
Eisini hevur hon verið herprestur hjá tí donsku verjuni, har hon millum annað hevur verið í Estlandi í tríggjar mánaðir og arbeitt sum herprestur.
Hon hevur ta seinastu tíðina røkt nøkur vikariatir í føroysku fólkakirkjuni. Tað seinasta var í Norðstreymoyar prestagjaldi í februar, mars og apríl 2025.
Í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi eru bygdirnar Argir, Norðradalur, Syðradalur, Kirkjubøur, Velbastaður, Hestur og Koltur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald