
Lítla úrvalskvinnukórið Silvitni kemur í kvøld heimaftur eftir at hava luttikið á stóra kórfestivalinum European Choir Games & Grand Prix of Nations 2025, sum hevur verið hildin í Aarhus hesa seinastu vikuna.
Umframt at vera ein fagnaður til kórsang í høgum støði, er eisini talan um eina kapping millum kór úr øllum heimsins heraðshornum.
Silvitni undir leiðslu av Cinthiu Gonzalez Parada luttók í tveimum kappingum.
Fríggjadagin høvdu tær konsert í Skt. Lucas kirke. Hetta var ein liður í kappingini fyri andaligan tónleik. ‘Musica Sacra a capella’ kallaðist henda kategoriin.
Sjálvar skriva tær soleiðis um framførsluna:
- Tað gekk heilt væl. Klangurin í kirkjuni passaði sera væl til okkum 10, og vit fingu sungið inniligt, hart og alt har ímillum. Vit flutu á skýggjum, tá vit vóru lidnar. Lekkurt!
Leygarmorgunin høvdu tær aftur konsert, hesaferð í minna salinum í Aarhus Musikhus. Her var talan um kappingina ‘Chamber Choirs/Vocal Ensembles’.
Um hesa framførsluna søgdu tær:
- Leygarmorgunin sungu vit í Musikhuset - Lille sal, og tá liðu vit, satt at siga, av forkølilsi og nervum, og gjørdu onkur mistøk. Men tí slepst illa undan, og tað er ikki annað at gera enn at halda fram at syngja, og so komu vit aftur á rætt lag. Tað er ikki víst, at áhoyrararnir løgdu merki til tað, tí vit plaga at hava gott poker face, men dómararnir hoyra alt.
Longu leygardagin var greitt, at tað ikki fór at vera nakað gullheiðursmerki til Silvitni á hesum sinni, tí tær vóru ikki bodnar við til stóru finaluna í Musikhuset sunnudagin.
Men tað vísti seg kortini, at Silvitni hevði klára seg rættiliga væl, tí tær fingu silvurheiðursmerki í báðum kappingunum. Og í kappingini fyri andaligan sang, manglaði ikki nógv í, so høvdu tær verið millum kórini, sum fingu gull.
Í hesi kappingini luttók Gøtu kirkju Ungdómskór eisini, og tey fingu eisini silvur.
Les: Tvey silvurheiðursmerki til Gøtu kirkju Ungdómskór
Upplivingin setir seg í kroppin
Silvitni sigur soleiðis um upplivingina:
- Men soleiðis er við kappingum. Tær bjóða av og krevja, at vit støðugt menna okkum og gera tað, sum vit elska allarmest – nevniliga at syngja saman.
- Ein sovorðin kóruppliving setir seg ordiliga í kroppin. Hvønn dag, um allan býin vóru kór og hitaðu upp, sungu vinakonsertir og kappaðust. Kroppur, sinn og sál eru nú full av tónleiki, rørslum og hugskotum.
Næsta summer verður World Choir Games hildnir í Helsingborg í Svøríki.
(Myndir: Victor Alejandro Rivera)
-
-
Silvitni saman við Gøtu kirkju Ungdómskór, sum undir leiðslu av Símuni Hammer, eisini vann tvey silvurheiðursmerki í Aarhus
-
-
-
-

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald