2025-07-07 16:23

Russiski samferðslumálaráðharrin, Roman Starovojt, sum fyrr í dag fekk sekkin frá Vladimir Putin, forseta, hevur framt sjálvmorð.
Russiskir myndugleikar hava váttað fyri fleiri miðlum, at Starovojt hevur beint fyri sær. Miðlarnir skriva, at hannhevur skotið seg sjálvan.
Tað var í eini fráboðan frá forsetaskrivstovuni fyrr í dag, at tað kom fram, at Roman Starovojt, var settur frá sum samferðslumálaráðharri, skrivar tv2.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald