
Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, hevur innstillað amerikanska forsetan, Donald Trump, at fáa friðarheiðursløn Nobels.
Tað skriva tíðindastovurnar Reuters og AFP. Undir einum døgurða í Hvítu húsunum í Washington skal Netanyahu hava víst fram eitt bræv, sum hann hevur sent til Nobelnevndina.
Teir báðir hittust í amerikanska høvuðsstaðnum fyri at tosa um støðuna í Miðeystri.
Í løtuni er Ísrael í samráðingum við Hamas um eina vápnahvíld í Gaza. Samráðingarnar byrjaðu sunnudagin í Katar við USA og Egyptalandi sum meklarum.
Í farna mánaði framdi USA eitt álop á tríggjar kjarnorkustøðir í Iran eftir at Ísrael og Iran í longri tíð høvdu skotið við rakettum eftir hvørjum øðrum.
Støðan millum Ísrael og Iran versnaði eftir at Ísrael 13. juni framdi fyrsta álopið á Iran. Hetta varð gjørt fyri at forða Iran í at gerast eitt kjarnorkuveldi, varð sagt.
Benjamin Netanyahu var skjótur at rósa Donald Trump eftir bumbingina av kjarnorkustøðunum.
- Tín djarva avgerð at leypa á kjarnorkustøðirnar hjá Iran fer at broyta søguna, segði ísraelski stjórnarleiðarin.
Fáar dagar eftir amerikanska álopið, kom ein vápnahvíld í lag millum Iran og Ísrael.
Eftir rósandi orðini frá Netanyahu, gav Trump honum sín stuðul í einum máli, har ísraelski forsætisráðharrin er undir skuldsetingum fyri mutur, og hevur fingið boð um at møta upp í rættinum.
- Eg eri skelkaður av at hoyra, at Ísrael, sum júst hevur havt eina av sínum størstu løtum í søguni, undir sterku leiðslu Bibi Netanyahus, heldur áfram við síni láturligu heksajagt móti sínum krígstíðarforsætisráðharra, skrivaði Donald Trump á sosiala miðli sínum, Truth Social.
Avhoyringin av Netanyahu í rættinum skuldi eftir ætlan vera 29. juni, men ein dómstólur í Jerusalem útsetti rættarfundin eftir at nýggir upplýsingar vóru komnir fram í málinum, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald