2025-07-08 07:55

Løgreglan í Suðuroy tók í gjár ein bilførara, sum hevði fótin alt ov tungt á speedaranum.
Bilurin varð máldur til at koyra 118 kilometrar um tíman, og fyri tað fær bilførarin treytaða frádøming av koyrikortinum.
Annars hevur seinasta samdøgrið verið friðarligt – einasti tilburður av týdningi var ein maður, sum var ólátaður á aljósum degi í miðbýnum í Havn í gjár. Fyri tann tilburðin fær hann bót fyri brot á skilhaldsreglurnar, upplýsir vaktleiðarin á politistøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald