Uttanlands

Avstralsk kvinna dømd fyri dráp og drápsroynd - Gav gestum eitrandi soppar

Ein 50 ára gomul kvinna er dømd fyri í 2023 at hava givið fýra famljulimum eitrandi soppar at eta

50 ára gamla kvinnan í rættinum í Melbourne (Mynd: EPA)

50 ára gamla kvinnan í rættinum í Melbourne (Mynd: EPA)

2025-07-07 18:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í avstralska býnum Melbourne er ein 50 ára gomul kvinna funnin sek í at hava dripið tríggjar persónar og at hava roynt at dripið ein afturat í sambandi við eitt borðhald.

Tað var í juli 2023, at kvinnan hevði boðið fýra familjulimum til ein miðmála, har hon borðreiddi við beef Wellington saman við grønum bønum og eplamorli.

Kvinnan varð ákærd fyri at hava koyrt eitrandi soppar í matin, og sopparnir vórðu nágreiniliga vigaðir á einari køksvekt, so gestirnar fingu eina deyðiliga nøgd, skrivar Ritzau. Tríggir av gestunum doyðu fáar dagar seinni.

Kvinnan hevur noktað seg seka. Hon segði í rættinum, at hon brúkti ein pakka av soppum, sum hon hevði keypt í einum matvøruhandli, men at tað tó var møguligt, at soppar, sum hon sjálv hevði heintað í náttúruni vóru endaðir saman við teimum.

Verjin hjá kvinnuni hevur eisini víst á, at kvinnan sjálv át saman við familjulimum sínum uttan at gerast sjúk. Ákærin helt tó orsøkina vera, at hon hevði syrgt fyri ikki at eta av soppunum.

Rættarmálið hevur koyrt í tíggju vikur og hevur fingið nógva umrøðu í avstralskum miðlum. Revsingin hjá kvinnuni verður ásett seinni.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder