Innanlands

Dátueftirlitið: Visit Faroe Islands og Vita Software fingið álvarsliga átalu

Eftir at hava kannað eitt trygdarbrot, sum Visit Faroe Islands boðaði frá, kundi Dátueftirlitið staðfesta, at Visit Faroe Islands og Vita Software, sum er veitari hjá Visit Faroe Islands, onga dátuviðgerðaravtalu høvdu gjørt, og Visit Faroe Islands hevði heldur onga váðameting gjørt

Teldusníkar høvdu m.a. fingið upplýsingar um persónar, sum sluppu við til Closed for Maintenance (Savnsmynd)

Teldusníkar høvdu m.a. fingið upplýsingar um persónar, sum sluppu við til Closed for Maintenance (Savnsmynd)

2025-07-07 14:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Visit Faroe Islands og Via Software hava fingið eina álvarsliga átalu frá Dátueftirlitinum.

Í mars 2023 boðaði Visit Faroe Islands Dátureftirlitinum frá, at teldusníkar høvdu fingið atgongd til skipanina hjá Vita Software, sum er veitari hjá Visit Faroe Islands.

Talan var um umleið 4.000 skrásett, har upplýsingarnar í flestu førum fevndu um teldupost og loyniorð hjá brúkarum av skipanini hjá Visit Faroe Islands og kunningarstovum, men fyri persónar, sum sluppu við til Closed for Maintenence var talan um heilsuupplýsingar eisini, skrivar Dátueftirlitið.

Eftir at hava kannað málið staðfesti Dátueftirlitið, at Visit Faroe Islands og Vita Software onga dátuviðgerðaravtalu høvdu gjørt, áðrenn trygdarbrotið fór fram. Ein dátuviðgerðaravtala er annars lógarkrav. Harumframt kundi Dátueftirlitið staðfesta, at Visit Faroe Islands ikki hevði gjørt nakra váðameting, og uttan eina váðameting ber ikki til hjá dátuábyrgdaranum at staðfesta váðan, sum stendst av viðgerðini av persónupplýsingum.

Uttan dátuviðgerðaravtalu og váðameting metir Dátueftirlitið, at trygdin ikki er nøktandi, og tí hevur Dátueftirlitið givið Visit Faroe Islands og Vita Software álvarsliga átalu, skrivar Dátueftirlitið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder