Treysti hevur í nógv ár skipað fyri heilsfremjandi átøkum, og seinnu árini hevur Klaksvíkar kommuna luttikið og samstarvað við Treysti og Fólkaheilsuráðið ígjøgnum verkætlanina ABC fyri sálarliga heilsu. M.a. hevur verið skipað fyri túrum frá Býráðshúsinum, har gingið ella runnið hevur verið í 15 minutttir, áðrenn vent hevur verið við aftur til Býráðshúsið á Nólsoyar Pálsgøtu.
Beinta Klakstein, forkvinna í Trivnaðarnevndini børn og ung sigur sambært heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu, at hon er ómetaliga glað fyri, at Treysti við sínum átøkum áhaldandi minnir okkum á týdningin av kropsligari rørslu.
- Tað er eingin loyna, at heilsufremjandi tiltøk kunnu vera ymisk og nógv, men eg haldi at tað týdningarmesta er, at vit eru virkin saman og kenna okkum sum part av einum felagsskapi av einum ella øðrum slag, tí tað samanhaldið er balsam fyri okkara sálarligu heilsu. Gakk ella renn túrarnir geva okkum bæði.
Beinta Klakstein sigur, at kommunan hevur í jøvnum millumbilum hevur fokus á heilsufremjandi tiltøk og átøk, og heldur hon, at Klaksvíkar kommuna eigur at halda fram við tí.
Skipað verður fyri Gakk ella renn túrum hvønn mikudag klokkan 18 og hvønn leygardag klokkan 11 fram til Norðoyastevnurenningina 6. juni.
Túrurin byrjar og endar við Býráðshúsið á Nólsoyar Pálsgøtu 32.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald