Fríða Vagsheyg Sigurðsson, sum framførir undir navninum Fríða Saiya, vann í oktober "P3's Næste". Hetta er ein heiður fyri nýggj nøvn innan danskan tónleik.
Skjótt verður Fríða Saiya at síggja í sendingini "De næste" á Danmarks Radio.
Sí eisini: Føroyska Fríða Saiya heiðrað á P3 Guld
Tað er hóskandi, at ein føroyingur er við. Tí "De Næste" er danska útgávan av vælumtóktu røðini Hoydalar. Hendan var at síggja í Kringvarpinum síðsta vetur og í vár.
Sum Kringvarpið skrivar í dag, hevur DR ognað sær rættin til at brúka hugskotið aftanfyri Hoydalar. Tað eru Per Zachariassen og Maria Winther Olsen, sum hava ment konseptið.
Nú verður tað við donskum spírum og donskum tónleikarum. Byrjað verður við Rasmus Seebach sunnudagin 6. november, og síðani vera millum annað Medina og Steffen Brandt úr TV2, sum Fríða Saiya og hini fimm skulu royna at bergtaka.
![]()
![]()
Mynd: Jesper Fjord / DR
Í mun til Hoydalar, hava sangararnir í donsku útgávuni verið meira frammi og eru í miðal væl eldri enn føroysku spírarnir.
De Næste kann síggjast á DR1 og DRTV.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald