USA hevur givið Ukraina og Russlandi freist til í juni at fáa ein enda á krígnum, sum byrjaði fyri skjótt fýra árum síðani.
Tað sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj sambært tíðindastovuni AP.
– Amerikanarar hava skotið upp, at partarnir hava endað kríggið áðrenn summarið byrjar, og fara teir helst at leggja trýst á partarnar, sigur hann.
– Og teir siga, at teir vilja hava alt avgreitt í juni. Og teir vilja gera alt fyri at fáa ein enda á krígnum. Og teir vilja hava eina greiða tíðarætlan.
Sambært ukrainska forsetanum hevur USA skotið upp at hava næsta umfarið av trípartasamráðingum millum Russland, Ukraina og USA í komandi viku á amerikanskari jørð. Tað verður helst í Miami, og ukrainar hava váttað teirra luttøku.
Trípartasamráðingar millum londini hava verið í Abu Dhabi, men tá kom einki ítøkiligt burturúr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald