Innanlands

Fólkakirkjan: Ongar gudstænastur fram til 10. januar

Leiðslan í fólkakirkjuni hevur tikið avgerð um at víðka tilmælini um ongar gudstænastur fram til fyrsta sunnudag eftir trettanda

Havnar krikja (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Havnar krikja (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2020-12-31 14:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri áleið tveimum vikum síðani tók leiðslan í fólkakirkjuni avgerð um, at ongar gudstænastur fóru at vera jólaaftan og jóladag, samstundis sum hon mælti privatum samkomum til eisini at avlýsa sínar gudstænastur. Jólaaftan varð avgerð tikin um eisini at avlýsa gudstænasturnar fram til í morgin, nýggjársdag, og í gjár vórðu tilmælini víðkaði enn einaferð.

Tað boðar leiðslan í fólkakirkjuni frá á folkakirkjan.fo.

Eftir at hava mett um støðuna enn einaferð, hevur leiðslan í fólkakirkjuni tikið avgerð um, at ongar gudstænastur verða í kirkjunum fram til fyrsta sunnudag eftir trettanda – 10. januar 2021.

Kirkjuligu tænasturnar annars – dópur, brúðarvígsla og jarðarferð – fylgja tilmælinum, sum er dagfest 21. oktober 2020.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder