Innanlands

Fólkaflokkurin næststørstur í nýggjari veljarakanning

Ein veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri VP, er góð tíðindi fyri Fólkaflokkin, sum annars ikki hevur staðið seg væl í øðrum kanningum. Javnaðarflokkurin er framvegis størsti flokkur

Christian Andreasen, formaður í Fólkaflokkinum (Savnsmynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)

Christian Andreasen, formaður í Fólkaflokkinum (Savnsmynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)

2022-09-22 18:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um val var í dag, hevði Fólkaflokkurin verið næststørsti flokkur á tingi. Tað vísir ein veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri VP í tíðarskeiðinum 8. til 16. september 2022.

Fólkaflokkurin fær sambært kanningini 20,9 prosent og sjey sessir á tingi. Hetta eru 3,6 prosentstig færri enn til valið í 2019, og ein tingsessur færri. Hinvegin er hetta væl betri enn í seinastu kanning sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið Vikuskifti. Tá fekk Fólkaflokkurin ein framaná við bara 16,1 prosent av atkvøðunum og fimm tingsessum.

Gallup-kanningin, sum VP kunngerð vísir, at Javnaðarflokkurin hevur gott tak á veljaranum, og hevði fingið 29,7 prosent av atkvøðunum sum røkkur til tíggju tingsessir. Framgongdin er 7,5 prosentstig og tríggir tingsessir.

Í kanningini røkkur Sjálvstýri inn um tinggátt við 3,1 prosentum av atkvøðunum, sum er ein afturgongd upp á 0,3 prosentstig í mun til seinasta val.

Kanningin gevur andstøðuni ein smalan meiriluta við 17 tingsessum í mun til núverandi samgongu og Sjálvstýri.

Fólkaflokkurin 20,9% (24,5% LV19)
Sambandsflokkurin 18,1% (20,3% LV19)
Javnaðarflokkurin 29,7% (22,2% LV19)
Sjálvstýri 3,1% (3,4% LV19)
Tjóðveldi 16,4% (18,1% LV19)
Miðflokkurin 6,1% (5,4% LV19)
Framsókn 5,7% (4,6% LV19)

Fleiri úrslit frá Gallup-kanningini síggjast á VP her

Barometrið hjá Portalinum sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder