Innanlands

Fólkaflokkurin missir mest í Suðurstreymi

28 prosent av øllum veljarunum skifta flokk - vit hava hugt eftir flytingunum í nýggjastu veljarakanningi í mun til seinasta løgtingsval

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-11-28 16:12 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað eru bara gott og væl helmingurin – 56 prosent – av teimum, sum settu sína atkvøðu fyri Fólkaflokkinum á valinum í 2019, sum fara at velja Fólkaflokkin aftur til løgtingsvalið hesaferð.

Tað vísir uppgerðin yvir flytingar á veljarakanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri BlaðiðVikuskifti hósdagin.

Fólkaflokkurin er tann av teimum fýra stóru flokkunum, sum hevur truplast við at halda upp á sínar veljarar, vísir kanningin.

Men uppgerðin gevur ikki eina greiða mynd av, hvagar veljararnir hjá Fólkaflokkinum flýggja.

Størsti parturin av ótrúgvu fólkafloksveljarunum í kanningini eru tey, ið siga seg ikki vita, hvar tey fara at seta krossin. 12 prosent av teimum, ið valdu lista A seinast, siga ‘veit ikki’ nú. Eitt greitt tekn til flokkin um, at tað enn er heilt fitt av atkvøðum at heinta innaftur. Annars er talið nøkulunda javnt býtt millum Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn.

Í kanningini er Fólkaflokkurin tann flokkurin, sum missir mest – fer úr 24,5 prosentum niður á 19,2.

Missir mest í Havn

Spyr.fo hevur eisini hugt eftir, um munur er millum hvussu fólk í høvuðsstaðnum flyta seg í mun til veljaran úti á bygd.

Henda uppgerðin vísir, at stóri trupulleikin hjá Fólkaflokkinum liggur í Havn, har bert 46 prosent av veljarunum á seinasta vali siga seg fara at atkvøða fyri Fólkaflokkinum aftur í ár. Tilsvarandi talið ‘uttan fyri Havnina’, er 61 prosent. Flestu fólkafloksveljarar í Havn, rýma til Sambandsflokkin vísir kanningin. Men eisini her er talið, ið sigur ‘veit ikki’ tað størsta.

Okkurt bendir á, at tað ikki eru atkvøður hjá Anniku Olsen, sum er orsøkin til flýggjanina úr Fólkaflokkinum í Havn, tí Tjóðveldi fær 'bara' 6 prosent av fólkafloksatkvøðunum í Havn, minni enn hvat bæði Javnaðarflokkurin og Framsókn fáa.

Halda vit okkum til henda munin millum høvuðsstað og ‘bygd’ so eru ikki so nógvar markantar flytingar at hóma.

Tó sæst, at Sambandsflokkurin í Havn missir til Javnaðin, og at Javnaðarflokkurin í Havn missir til Tjóðveldi. Hjá Tjóðveldi er tað á bygd, at flestar flytingar eru, serliga til Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin.

28 prosent av øllum veljarunum skifta flokk

Henda uppgerðin vísir, at tað eru nógvir veljarar, sum ikki eru trúgvir móti sama flokki. Kanningin hesaferð vísir, at tað eru 28 prosent av veljarunum, sum ikki fara at atkvøða tað sama, sum tey gjørdu við seinasta løgtingsval. Harafturat eru 9 prosent, sum siga seg ikki vita, hvar tey skulu seta krossin.

Hjá Sambandsflokkurin er tað gott og væl tveir triðingar – 67 prosent – av veljarunum frá seinast, sum aftur ætla sær at velja flokkin hesaferð. Størsti parturin av ótrúgvu veljarunum – 9 prosent – fara til Javnaðarflokkin, og ein lutfalsliga stórur partur – 6 prosent – fer til Miðflokkin.

Hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi eru veljararnir meira trúgvir.

76 prosent av javnaðarveljarunum halda seg til sama flokk aftur hesaferð, hjá Tjóðveldi er tað 78 prosent.

Størsti ‘avtakari’ av javnaðaratkvøðum sær út til at vera Tjóðveldi, sum fer við 8 prosentum av atkvøðunum. Hjá Tjóðveldi er tað meira javnt býtt, hvagar atkvøðurnar fara – tó flestar til Javnaðarflokkin, 6 prossent.

Flestu fyrstuferð-veljarar fara til Javnaðarflokkin

Hjá teimum smáu flokkunum eru tølini meira óviss, tí talgrundarlagið ikki er so høgt. Uppgerðin vísir tó, at Miðflokkurin heldur fast um 61 prosent av atkvøðunum frá seinast, Framsókn um 65 og Sjálvstýri um 50 prosent. Einasta greiða flytingin her sær út til at vera, at Miðflokkurin missir rættiliga nógvar atkvøður – 14 prosent – til Fólkaflokkin.

At enda er tað so tann viðkomandi spurningurin: Hvat velja tey, sum ikki høvdu atkvøðurætt á seinasta løgtingsvali fyri hálvumfjórða ári síðani.

Uppgerðin vísir, at 27 prosent velja Javnaðarflokkin. 17 prosent velja Tjóðveldi og Sambandsflokkin, 13 prosent velja Fólkaflokkin, 7 prosent Framsókn og trý prosent Miðflokkin og Sjálvstýri. 13 prosent av hesum ungu siga seg ikki fara á val. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder