
Ávaringarskrivið frá ICES varð sent Fiskimálaráðnum, men fann ikki vegin til Jóhan Christiansen, landsstýrismann.
Tað segði landsstýrismaðurin í Degi og viku í gjárkvøldið.
Skrivið snúði seg um munandi niðurskurð í makrelkvotuni, og tað kann fáa stórar avleiðingar fyri fíggjarlógina.
Løgmaður hevði viljað fingið hesa kunningina, og tí hevur hann givið Jóhan Christiansen eitt nefs sum landsstýrismaður.
Men landsstýrismaðurin sigur, at hann ongantíð fekk ávaringina frá ICES á sítt borð.
- Feilurin er hendur í ráðnum. Eg eigi at vera kunnaður um tílíkt. Hevði eg verið kunnaður, hevði eg kunnað løgmann um hetta, segði Jóhan Christiansen í Degi og viku.
- Hetta er blivið eitt sórt mál, og tí ivist eg onga løtu í, at ráðið hevur tikið tað til eftirtaktar, segði hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald