Uttanlands

Zelenskyj: Vit hava álit á, at Trump vil hava ein enda á krígnum

Ukrainski forsetin sigur, at hann og ameirkanski forsetin høvdu ein úrtøkumiklan fund í Hvítu Húsunum fríggjadagin

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

2025-10-18 17:56 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ukraina hevur álit á, at amerikanski forsetin, Donald Trump ynskir at fáa ein enda á krígnum í Ukraina, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj.

Zelenskyj hitti í gjár Trump í Hvítu Húsunum, og talan var um ein úrtøkumiklan fund, segði hann við journalistar eftir fundin.

Eitt, sum hevur verið umrøtt seinastu tíðina, er møguleikin hjá USA at senda ukrainum langtberandi Tomahawk-rakettir. Tá Zelenskyj varð spurdur, um hann var bjartskygdur í mun til hetta, segði hann; "eg eri realistiskur".

Les eisini: USA umhugsar at geva ukrainum Tomahawk-rakettir

Sambært Zelenskyj kann hetta slagið av rakettum, sum kunnu røkka málum, sum eru yvir 2.000 kilometrar burtur, og sum harvið kunnu brúkast av ukrianum til at røkka m.a. russiska høvuðsstaðin Moskva, brúkast til at leggja trýst á russiska forsetan, Vladimir Putin og fáa hann til samráðingarborðið, skrivar Ritzau.

Tomahawk-rakettir vórðu eisini umrøddar í telefonsamrøðuni millum Trump og Putin hósdagin, og tær helt russiski forsetin lítið um, segði Trump eftir samrøðuna.

Enn er ivasamt, um USA fer at lata Ukraina hesar rakettir, sum USA, sambært amerikanska forsetanum, eisini kann fáa brúk fyri.

– Tær eru sera ógvusligar og máttmiklar. Tær eru sera neyvar og góðar, men vit hava eisini sjálvi tørv á teimum. Eg veit ikki, hvat við gera við tað, segði hann.

Tvær ónevndar keldur, sum eru kunnaðar um fundin millum Trump og Zelenskyj siga tó við amerikanska miðili Axios, at Trump á fundinum boðaði Zelenskyj frá, at hann ikki í løtuni hevði ætlanir um at senda Tomahawk-rakettir til Ukraina.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder