Innanlands

Fimm staðfest positiv í gjár

Tríggir persónar eru partur av smittuketum, sum Landslæknin fylgir, og tveir persónar eru komnir til Føroya úr útlondum – Í løtuni eru 63 persónar positivir í Føroyum

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2020-12-31 12:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fimm persónar vórðu staðfestir positivir fyri covid-19 í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Tríggir teirra eru partur av smittuketum, sum Landslæknin fylgir, og tveir persónar eru komnir til Føroya úr útlondum, og fingu staðfest smittuna við kanning á flogvøllinum. Øll eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina, skrivar corona.fo.

Sostatt hava nú 610 persónar fingið staðfest covid-19 í Føroyum. Av teimum eru 547 staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 63 positiv í løtuni.

Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við covid-19. 240 eru í sóttarhaldi.

Í gjár vórðu 1.517 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú 199.165 kanningar gjørdar í Føroyum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder