2022-05-25 16:13
Týsdagin setti Tórshavnar kommuna Eyðun Húsgarð í starv sum leiðara fyri Svimjihøllina í Gundadali.
Tað skrivar kommunan á heimasíðuna.
Um Eyðun Húsgarð verður sagt, at hann hevur drúgvar leiðsluroyndir úr vinnulívinum, og hevur hann eisini verið varaleiðari í Svimjihøllini eitt tíðarskeið umframt arbeitt sum lívbjargari.
Eyðun er eisini kendur í felagsumhvørvinum bæðí í Havnar Svimjifelag og Svimjisambandi Føroya.
Svimjihøllin í Gundadali, sum hevur uml. 160.000 vitjandi árliga, verður í løtuni bygd út við langhyli og vælveruøki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald