Innanlands

Drekkidunkar afturkallaðir

Eitt slag av drekkidunkum, sum eru merktir við búmerki hjá ymiskum enskum fótbóltsliðum, lata ov høgar mongdir av aluminium frá sær sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan

(Mynd: Heilsufrøðiliga Starvsstovan)

(Mynd: Heilsufrøðiliga Starvsstovan)

2026-01-31 15:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eitt slag av aluminiumdrekkidunkum, sum eru framleiddir í Kina og seldir í Føroyum verða nú afturkallaðir.

Talan er um drekkidunkar, sum taka 750 ml, og eru merktir við búmerki hjá ymiskum enskum fótbóltsliðum - eitt nú Manchester City, Liverpool FC, Arsenal, Tottenham, og Chelsea.

Orsøkin til afturkallingina er, sambært Heilsufrøðiligu starvsstovuni, at vandi er fyri, at dunkurin letur ov høgar mongdir av aluminium frá sær til vatn ella annað, sum verður koyrt í hann. Serliga um talan er um súrliga veksu, t.d. djús.

Drekkidunkarnir hava batchnummarið 29521.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder