Uttanlands

Brasil: Fleiri enn 20.000 deyð við COVID-19

Við gott 311.000 smittutilburðum, er Brasil millum tey londini, sum eru harðast rakt

Brasilski forsetin, Jair Bolsonaro hevur verið fyri atfinningum í sambandi við hansara handfaring av støðuni (Mynd: EPA)

Brasilski forsetin, Jair Bolsonaro hevur verið fyri atfinningum í sambandi við hansara handfaring av støðuni (Mynd: EPA)

2020-05-22 08:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Talið á deyðum í Brasil er nú komið upp á 20.047, upplýsir landsins heilsumálaráð.

Hetta svarar til 9,6 andlát per 100.000 íbúgvar. Hetta er munandi lægri enn í eitt nú USA og fleiri evropeiskum londum.

Talið á deyðum, sum varð skrásett hósdagin var higartil hægsta talið, sum Brasil nakrantíð hevur skrásett fyri eitt samdøgur – 1.188.

Gott 311.000 smittutilburðir eru skrásettir í Brasil, sum nú er millum tey londini, sum eru harðast rakt av koronasmittuni. Bert USA og Russland hava staðfest fleiri tilburðir.

Flestu statirnir í Brasil eru afturlatnir, og forsetin, Jair Bolsonaro eru komin við nógvum atfinningum móti guvernørunum, sum hava sett tiltøk í verk fyri at minka um smittuspjaðingina.

Bolsonaro hevur eisini verið fyri atfinningum í sambandi við hansara handfaring av støðuni. Hann hevur m.a. noktað at fylgt tilmælinum um frástøðu og hevur heitt á onnur um eisini at ignorera boðini um at halda seg heima. Tiltøkini hjá guvernørunum er skaðiligt fyri búskapin, heldur hann.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder