Mentan

Arktiska Grand Prix'ið verður leygardagin

Norðurlandahúsið bjóðar inn at hyggja at stroymingini tá Guðrið Hansdóttir skal royna seg í PanArticVision í norðrasta Noregi

Guðrið Hansdóttir (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Guðrið Hansdóttir (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-08-08 08:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fara Føroyar og Guðrið Hansdóttir at vinna PanArcticVision – nýggju altjóða tónleikakappingina í arktiska økinum? Hetta fáa vit svar uppá, tá kappingin fer av bakkastokki 12. august í Vadsø Norðurnoregi.

PanArcticVision-kappingin verður stroymd beinleiðis úr Varanger Festivalinum, har 10 listafólk úr 10 ymiskum londum í arktiska økinum fara at kappast um atkvøðurnar fyri at vinna tónleikakappingina.

Føroyar kappast vit sanginum “Blátt myrkur”, sum Guðrið Hansdóttir syngur. Tekstin hevur Lív Maria Róadóttir Jæger skrivað, og Guðrið hevur gjørt lagið.

Norðurlandahúsið býður øllum í hesum sambandi at koma í Norðurlandahúsið kl 17 at hugna sær - og fylgja við, tá tónleikakappingin verður stroymd. Tiltakið er ókeypis, tó er neyðugt við tilmelding.

Til ber eisini at fylgja við heimanífrá og atkvøða haðani gjøgnum panarcticvision.org.

PanArcticVision
PanArcticVision er nýggj altjóða tónleikakapping, sum hevur fingið íblástur úr Eurovision kappingini. Fyri føroysku tónleikararnar er tó ein rættliga týdningarmikil munur. Føroyskir tónleikarar kunnu ikki luttaka í Eurovision undir føroyskum flaggi – tað kunnu teir til PanArcticVision.

Kappingin er sett í verk fyri at leggja dent á tónleikamentanina í Arktis, á lokalu málini, úttrykkini og mentanirnar. Hetta er fyrstu ferð, at PanArcticVision verður hildin.

Listabólkurin NORDTING / The Northern Assembly hevur í samstarvi við Varangerfestivalen i Vadsø sett kappingina í verk. Norðurlandahúsið er samstarvsfelagi.

Norska mentamálaráðið og onnur hava fíggjað.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder