Innanlands

Argir: 1160 hava greitt atkvøðu á nýggja valstaðnum

60 prosent av veljaranum á Argjum hava í dag verið á valstaðnum

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-08-31 17:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Til hetta løgtingsvalið velja argjafólk á fyrsta sinni í Skúlanum á Argjahamri

Tá vit vóru á staðnum klokkan 17, fingu vit upplýst, at 1160 fólk høvdu atkvøtt, íroknað brævatkvøður.

Fyriuttan brævatkvøðurnar er hetta 60 prosent av teimum, ið hava valrætt. Seinast høvdu 48 prosent greitt sína atkvøðu, tríggar tímar áðrenn valstaðið lat aftur.
 
Á Argjum var valluttøkan 89,4 prosent í 2015. Tá høvdu 1.489 valrætt. Hesaferð eru tað 147 fleiri - 1.645, og tað vísir á vaksandi fólkatalið á Argjum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder